Yvir 7.000 sæð filmsklippið av seinasta túrinum hjá Sjúrðabergi

Hetta skrivaði News.fo tann 27. juli 2018:
Helvtin Av Norðoyggjum Sæð Filmsklippið
Tað hava longu 3.387 klikka seg á filmsklippið, har eg sigi Sjúrðabergi farvæl.
Tað eru meira enn helvtin av øllum norðoyingum og tað er sera nógv, nú bert 11 tímar eru farnir, síðani eg legði filmsklippið út.
Eg eri sera glaður fyri tað, at so nógv hava sæð, hvussu okkara fólkavaldu fara við okkara fiskivinnu og hatta var mítt íkast, til at vísa mína ónøgd við Fiskivinnunýskipanina, sum hevur tikið livibreyði frá hesum monnum og reiðaríið.
Vónandi vera vit enn meira, sum fara at siga okkara meining við ørskapin í Tórshavn, tí tað er sera umráðandi, at vit bakka okkara fiskivinnu upp, tað er hon og danski staturin, sum betalir fyri at hjólini eru gangandi í Føroyum, ongin fiskivinnu, ongin vælstandur.
SáH
Sjá filmsklippið, klikk her “Sjúrðaberg farin avstað fyri seinastu ferð” ella klikk mynd herundir:
