YMISKAR TILLAGINGAR Á TRIVNAÐARØKINUM

Gongdin við koronasmittuni hevur verið tann sama hesa vikuna sum í undanfarnu vikuna. Tilburðirnir hava ligið millum 1-5 tilburðir pr. dag á dagstovnaøkið og frítíðarskúlan.
Hetta merkir, at vit framhaldandi javnan mugu biðja foreldur at børnum í skipanini um at lata børn síni testa 1. dag, 4. dag og 7. dag. Verða fleiri tilburðir staðfestir á somu stovu, so kann henda, at Landslæknin gevur boð um at handla meir víðgongt.
Samstundis er umráðandi, at foreldur boða stovnunum frá, um barn teirra verður testað positivt eisini um barnið ikki hevur verið á stovni seinastu dagarnar. Vit takka foreldrum fyri hetta góða samstarv, sum hjálpir okkum sera væl í okkara samstarvi við Landslæknan.
Snjallabjalla og Skúlatrøð skerja virksemið í komandi viku
Mánadagin, týsdagin og mikudagin eru Snjallabjalla og Garðalisa opnar sum í farnu viku, har 1. flokkarnir eru fyri seg, og 2. flokkarnir eru fyri seg.
Kunning um, hvussu virksemið og hvat tilboð verður veitt frá 16. til 21. desember, verður fráboðað í komandi viku.
Húsið letur aftur
Í samráð við heilsufrøðiliga serkunnleikan er avgerð tikin um, at Húsið letur aftur fyribils.
Klaksvíkar Kommuna