Vøllurin er klárur og KÍ – EB-Streymur spæla klokkan 15:00 í dag

Nógv virksemi á Djúpumýru í morgun. Vøllurin er gjørdur klárur og tá ið News.fo og Norðoya Portalurin vóru og heilsaðu uppá beint áðrenn klokkan 10:00, vóru menn og kvinnur í holt við at skumpa kava burtur, so áskoðarnir ótarnaður kunnu seta seg á síni pláss.
Jón Harald Poulsen og Jan Simonsen sproytaðu saltlaka á vøllin, so at hann ikki frystur aftur og tað var gott lag á fólkum.
Veðrið var av tí besta, sólin skein og væntandi verður tað veðrið í dag, men við onkrum kavaælingum.
SáH
Her filmsklipp og myndir.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: