Vit pota 6 ferðir fleiri fólk nú

Pota verður við Faktorsvegi í gamla bygninginum hjá Bakkafrost.

Potitoymið hevur seinastu dagarnar økt um arbeiðstíðirnar og arbeiðsorkuna. Vit pota 6 ferðir fleiri fólk nú, enn tá smittutrýstið var lágt.

Men tíverri eru allar tíðir farnar bæði týsdagin og mikudagin. Vit leggja fleiri tíðir til hósdagin út í morgin.

Tað ber ikki til at avlýsa tíðir, tí er serliga umráðandi at ein ikki bókar sær tíð, um ein ikki heilt sikkurt hevur tørv á kanningini. Eisini er sera umráðandi, at møtt verður til ásettu tíð, soleiðis at bíðirøðin ikki blívur ov long.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: