Vit og skil í Klaksvíkar Kommunu

Umhvørvisátakið Slóða fyri verður í Klaksvíkar Kommunu frá 13. – 19. mai. Evnið í ár verður “Vit og skil”, og høvuðsendamálið er at eggja øllum í kommununi til at skilja enn meira burturkast.

Tað er Norðoya kunningarstova, ið samskipar árliga umhvørvisátakið hjá Klaksvíkar kommunu, sum í fjør fekk heitið Slóða fyri. Slóða fyri verður skipað eftir sama leisti, sum umhvørvisvikan higartil, og eitt nú eru ruddingardagar framvegis ein inngrógvin partur av skránni.

Endamálið við Slóða fyri er at kveikja áhugan hjá borgarum og fyritøkum í kommununi at ganga á odda í spurningum um umhvørvisvernd og í hvør sínum lag at slóða fyri. Høvuðsevnið í ár er vit og skil. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum, sum varpa ljós á burturkast sum eitt tilfeingi, ið kann gagnnýtast enn betur, um vit minnast til at skilja tað.

Nærri kunning um átakið og skrá kemur seinni. Øll, ið ynskja at fáa eitthvørt á skrá, eru vælkomin at venda sær til fyriskipararnar.

Samband
Olivia Døgg Fríðfinsdóttir / 28 69 39 / oliviad@klaksvik.fo

Gunnhild Dahl Niclasen / 28 28 78 / gunnhilddahl@gmail.com

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: