Vit liggja nummar eitt, vit liggja nummar eitt og soleiðis skal tað vera….

KÍ spældu upp til sítt aller besta ígjárkvøldið, teir stríddist á øllum vøllinum og hevði hópin av málmøguleikar í fyrra hálvleiki, men bólturin vildi bara ikki inn í málið hjá Gøtumonnunum.
Í seinna hálvleiki fingu KÍ viðhaldsfólkini og leikarnir eitt stórt sjokk, tá ið Víkingur legði seg á odda longu í 46 min., tá ið Bogi Reinert Petersen skorar, eftir innlegg frá Lawal og hann plaserar skotið við stongina, uttan møguleika hjá Kristian Joensen at bjarga.
Hetta helt sær inntil 67 min. vóru leiktir, tá gjørdi Atli Gregersen liðformaðurin hjá Víkingi ein feil, har hann spælir bóltin til Jóannes Bjartalíð og hann ferð avstað við bóltinum, leggur innfyri til Páll Klettskarð, sum júst var innskiftir, spælir Patrik Johannesen frían og hann javnar til 1-1.
Tá so eitt korter var eftir legði Páll Klettskarð KÍ á odda 1-2 og í yvirtíðini slóð Patrik Johannesen sigurin fastan til 1-3 og vit liggja nummar eitt, vit liggja nummar eitt og soleiðis skal tað vera.
Næsti dystir er 20 oktober í Klaksvík ímóti NSÍ og so skal Føroyameistaraskapið avgerast á Gundadali tann 26. oktober, tá ið KÍ skal til Havnar at leika ímóti B36.
Sera, sera, sera spennandi og koyr á KÍ.
SáH