Vit hava eitt rotið epli í Norðoya Fólkafloksfelag

Havi vist tað leingi og nú tá ið nýggjur Landsstýrismaður bleiv settur í gjár, so visti man hvør rotna epli í Norðoya Fólkafloksfelag er.
Tað kann ikki rætt, at Norðoya Fólkafloksfelag innstillar 3 fólkavald umboð til Landsstýrisfólk, Beinir Johannesen, okkari toppskorðari, Jóhanna Christiansen, býráðslimur og Gunvá við Keldu býráðslimur, tær báðar høvdu gjørt tað, at man hevði kvinnu enn í Landsstýrinum, men ongin av teimum trimum vóru góð nokk, also hvar eru vit?
Eru vit so vánalig fólkafloksfólk í Norðoyggjum, at vit velja ein Landsstýrismann, sum als ikki var limur í Norðoya Fólkafloksfelag, men teknaði seg sum lim í gjár og FÓLKAFLOKKURIN vraðkaði øll uppskotini sum Norðoya Fólkafloksfelag innstillaði, har øll vóru limur í felagnum og hava gjørt eitt megnar arbeiðið fyri Fólkaflokkin.
Haldi ikki vit skulu góðtaka hetta spæli í Fólkaflokkinum, her má ruddast upp, sum okkara formaður segði so gott í Dag & Viku, men eg haldi eisini vit skulu ruddað upp í okkara lokala felag og lúka rotna epli út.
Viðkomandi stillar vónandi ikki upp aftur til komandi val, so verður trupuleikin loystir av sær sjálvum.
Eri ikki nógv fyri at blakað fólk út og spæla skitið spæl aftanfyri gardinurnar, sum verður gjørt í Fólkaflokkinum nú og tað má fáa ein enda beinanvegin, bæði í Norðoya Fólkafloksfelag og Fólkaflokkinum, annars kann tað fáa óbøtaligan skaða fyri flokkin og tað er ongin av okkum áhugaði í.
SáH