Visit Norðoy flutt í nýggj hølir


Seinnapartin í gjár varð móttøka í Biskupstorginum, har Norðoya Kunningarstova framyvir kemur at húsast, eftir hava hildið til í gamla Isengram í mong ár, ið er ein av søguligu bygningunum hjá J.F. Kjølbro.

Nú er flytingin, sum leingið hevur veirð ætlað, endalig. Kunningarstovan liggur við nýggju staðsetingini mitt í býnum. Harvið blívur kunningarstovan ein partur av einum miðdepli, saman við øðrum virksemi, sum heldur til á Biskupstorginum, ið somuleiðis gevur nýggjar møguleikar fyri øktum og nýggjum virksemi.

Á skránni til mótøkuna í dag bjóðaði Símun Gulaksen, formaður í Visit Norðoy, vælkomin, síðan vóru røður frá Karl Johansen, borgarstjóra, Jóhannu Christiansen, forkvinnu í mentanarnevndini, og Jórun Høgnesen, stjóra fyri Visit Norðoy. Til seinast spældu Karl Martin Samuelsen og Magni Husgaard nøkur løg.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: