Vísindavøka á ferð á Tekniska Skúla í Klaksvík mikukvøldið tann 26. september kl. 19.30

Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Hetta verður í tíðarskeiðnum 17. til 26. september. Talan verður um fimm tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti.
Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fimm ymisk tiltøk.
Framløgurnar á Tekniska Skúla í Klaksvík eru
Sanne Storm, Landssjúkrahúsið: Røddin í miðdeplinum og átaksøki í mun til perinatalan ótta og tunglyndi
Tróndur Kragesteen, Fiskaaling: Skynsamasta lúsamark fyri alibrúk, sum hava samband hvørt við annað
Hans Harryson, Fróðskaparsetrið: Nær er ein læraraútbúgving nóg góð? – Tær fimm vágskálirnar
Tað verður eisini ein stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. Eisini verður okkurt tilfar at síggja og tosa um í kaffisteðginum.