VÍSIÐ VARSEMI Í FERÐSLUNI

Í hesi vikuni byrja skúlarnir aftur, og tá verða heilt nógv børn at síggja á vegum og á gongubreytum tíðliga á morgni og seinnapartar. Harafturat fara fleiri teirra í fyrsta flokk og skulu sostatt venja seg at ganga ímillum heim og skúla.

Júst tí minnir Klaksvíkar kommuna og Ráðið fyri Ferðslutrygd bilførarar á at vísa serligt varsemi, nú børnini fara aftur í skúla, tí tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit ansa væl eftir.

Í ár fara 16 kommunur at heingja plakatir upp við skúlarnar, har tey heita á bilførarar um at koyra spakiliga og at ansa væl eftir. Eisini Klaksvíkar kommuna er við. Men tað er ikki nokk við plakatum, og tí heitir Ráðið Fyri Ferðslutrygd eisini á foreldur um at fara út í ferðsluna við børnunum at læra tey, hvussu tey skulu bera seg at, og hvørjum tey skulu ansa eftir.

– Tá ið barnið fer í fyrsta flokk, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur, at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.

Annars fáa øll børnini í fyrsta flokki ein súkkluhjálm og ein faldara við góðum ráðum, og í heyst fáa tey minstu børnini eisini endurskinsvest. Harumframt er tað eisini kravt, at børnini læra um ferðslu í skúlanum.

So, verið ansin í ferðsluni.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: