VIRKNAR STAÐBUNDNAR NEVNDIR

Í Klaksvíkar kommunu eru átta staðbundnar nevndir. Hesar eru mannaðar við borgarstjóranum, einum býráðslimi og við trimum staðbundnum fólkum.

Endamálið við staðbundnu nevndunum er at tryggja nærsambondini og at geva borgarunum rættin at ummæla mál viðvíkjandi staðbundnum viðurskiftum, soleiðis at kommunalar tænastur eisini verða væl røktar á smáplássunum.

Fýra fundir eru árliga og hesa vikuna hava allar nevndirnar havt sín triðja fund, har nevndirnar hava reist fleiri mál.

Fyrisitingin í Klaksvíkar kommunu setur vanliga mál á skrá, men virkisøkið er seinastu árini víðkað til, at nevndin eisini kann reisa mál í samráð við borgarstjóran. Uppgávan hjá nevndini er somuleiðis at vegleiða, umrøða og at gera tilmælir til mál, sum býráðið metir hava serligan áhuga fyri økið.

Allar bygdirnar í kommununi hava staðbundin fólk, sum vegna økið hava møguleika at koma til orðanna.

Seinasta nevndarumfar hjá staðbundnu nevndunum verður í november.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: