Virkin januar 2022


Fólkaheilsuráðið hevur nú fyri triðju ferð gjørt nakrar álmanakkar til børn, ung og vaksin, sum hava nøkur uppskot til, hvussu tú frá 1.-31. januar 2022 kanst vera virkin og gera okkurt gott fyri kropsligu og sálarligu heilsuna.

Álmanakkarnir eru fyri øll, og kunnu heintast umvegis leinkjuna her: Virkin januar 2022. Uttan mun, um tú hevur kropsligar ella sálarligar avbjóðingar ella ert í sóttarhaldi, kanst tú luttaka í tann mun, tú megnar. Alskyns møguleikar eru fyri, hvussu álmanakkarnir kunnu brúkast, tí bæði privatpersónar, arbeiðspláss, skúlar og ymiskir stovnar hava brúkt álmanakkarnar í 2021 uppá ymsar mátar.

Boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu, “ver virkin, ver saman, ver hugbundin” er inngrógvin í átakinum, og tískil eggja vit til, at tú fylgir uppskotunum ella tillagar virksemið, so tað samsvarar við tíni áhugamál og til tað, sum er við til at geva tær eina kenslu av meining.

Gev øðrum íblástur til at vera virkin

Fyri triðju ferð skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini kapping í sambandi við Virkin januar og eins og áður, er vinningurin ein uppliving, har tú kanst vera virkin, saman og hugbundin. Endamálið við kappingini er, at tú kanst vera við til at geva øðrum íblástur til at vera virkin í januar og skapa tilvit um, hvussu einfalt tað kann vera at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna, og hvussu ofta tú longu gert okkurt gott.

Um tú hevur Instagram, kanst tú luttaka í kappingini við at fylgja Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid” og hyggja eftir okkara uppslagi við eini vegleiðing um luttøku í kappingini.

Í stuttum snýr tað seg um, at tú við nøkrum ávísum hashtags leggur myndir út á Instagram, sum vísa, hvussu tú ert virkin í januar.

Vinningurin er tvær nætur fyri fýra persónar í einum av frítíðarhúsunum hjá “Útsýnið” í Bø – virði 3.000-4.000 kr.

Klaksvíkar Kommuna

Lýsingarprísir, klikk bannara og sjá okkara bíðligu prísir!!!
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: