Vegna serligar umstøður verður Virkið heyst útsett.
Tikið hevur verið væl ímóti hugskotinum um ein pallborðsfund, sum skuldi viðgera miðbýarmenning í Klaksvík. Fyriskipararnir vóna tí, at fundurin og familjutiltakið, sum skuldi vera á Skúlatrøð í kvøld kl. 20.00 og leygardagin kl. 11-13, skjótt vera aftur á skrá.
Nærri kunning verður, tá ið støða er tikin um hetta.
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330.
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.