Vinnurekandi og fyritøkur sleppa ikki undan KVF-gjaldi

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um, at vinnurekandi og fyritøkur ikki skulu rinda ein eykaskatt við KVF-gjaldið, fall í Løgtinginum. Samgongan, saman við Magna Laksafoss, feldu uppskotið. So vinnurekandi skulu framhaldandi rinda KVF-gjald sum privatpersónar og eisini sum vinnurekandi. Enn ein dupultskatting av ávísum persónum. Vinnulívsfíggindaligið politikkurin hjá samgonguni heldur fram.

Tó so, fyri at fáa uppskotið felt, boðaði Høgni Hoydal, landsstýrismaður frá, at hann í næstum kemur við uppskotið um broyting í Kringvarpsgjaldinum. Hóast hann var tráspurdur, vildi hann ikki siga, hvat uppskotið gekk út upp á.

Fólkaflokkurin

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: