Vinnulívið – menning og vøkstur

Hesar dagar verða veljarnir floymdir við alskyns vallyftum. Sum eitt BR blað hjá børnum, verða X sett við øll ting á øllum síðum, einki er óført.

Vit hava seinastu árini merkt ein búskaparvøkstur, sum vit ikki hava sæð fyrr. Vinnulívið hevur blomstra. Stórar íløgur verða gjørdar og nýggj arbeiðspláss síggja dagsins ljós. Hesin vøkstur hevur tryggjað okkum ta vælferð, sum vit hava í dag. Ongantíð eru so nógvir pengar játtaðir til almanna- og heilsumál v.m. Orsøkin til, at hetta letur seg gera, er at vinnan er sloppin at menna seg. Vinnan hevur fingið møguleikar at seta pengar í nýggj vinnutól, útbyggingar v.m. Hetta hevur eisini postiva ávirkan á avleitt virksemi.

Í hesum døgum lesa vit um, at tann norska javnaðarstjórnin hevur ætlanir um ógvusligar skattahækkingar í alivinnuni. Avleiðingarnar síggjast beinaveg. Fleiri starvsfólk eru søgd úr starvi og íløgur verða antin útsettar ella sleptar. Tískil skulu vit verða sera varin við, tá ið tosað verður um eyka gjøld og skattir.

Finnast skulu breiðar semjur um vinnulívið, so vinnan veit, hvat hon hevur at fyrihalda seg til í framtíðini. Hetta fyri at tryggja menning og vøkstur. Nógvar óvissur eru knýttar at vinnulívinum, og tí hevur vinnan ikki brúk fyri óvissum frá politisku skipanini eisini. Støðugir karmar tryggja, at vinnan kann tilrættisleggja sítt virksemi á skilabesta hátt. Vit skulu eisini tryggja, at Føroyar verða eitt gott stað hjá íverksetum, so vit fáa fjølbroyttari vinnulív í Føroyum.

Um vinnnan sleppur at halda áfram at gera íløgur og skapa vøkstur, so kemur hetta at hava eina positiva ávirkan á okkara vælferð, sum eisini kemur at fíggja nøkur av teimum vallyftum, sum floyma inn yvir veljarnar í hesum døgum.

Uni Rasmussen
valevni hjá Fólkaflokkinum

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: