Vinnuferð til Ísrael 13.-19. oktober

Í sambandi við, at Føroyar hava latið upp sendistovu í Ísrael, fyriskipar Uttanríkis- og Mentamálaráðið eina vinnuferð til Ísrael í døgunum 13.-19. oktober. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, luttekur á ferðini.

Fyribils skrá fyri vinnuferðina er henda:

13. og 14. oktober vitjar ferðalagið í Tel Aviv. Á skránni í Tel Aviv er hátíðarhald á Sendistovu Føroya, í sambandi við at sendistovan er latin upp. Harumframt verða vinnu- og stovnsvitjanir á skrá. Endamálið við hesum vitjanum er at geva íblástur og vitan um vinnulívið í Ísrael.

Fríggjadag 15. oktober gongur leiðin til Jerusalem. Leygardagur er sabbatur og frídagur, og tá verður møguleiki fyri m.a. rundvísing í Jerusalem.
Vinnuferð til Ísrael 13.-19. oktober

Sunnudagin, mánadagin og týsdagin fyrrapart, 17.-19. oktober, eru felags tiltøk og business-to-business fundir á skránni. Einstøku fyritøkurnar hava á business-to-business fundunum møguleika fyri at møtast við møguligum framtíðar kundum og samstarvsfeløgum í Ísrael.

Sendistovan í Tel Aviv vil fegin, fyri eitt minni gjald, bjóða føroysku fyritøkunum at finna fram viðkomandi ísraelskar fyritøkur, sum føroyskir luttakarar ynskja at møta og leggja til rættis fundir við hesar.

Ætlanin er, at ferðalagið flýgur beinleiðis úr Føroyum til Ísrael og aftur, treytað av nóg stórari luttøku til ferðina.

Kunnað verður um tilmelding seinni.

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til:

Sendistova Føroya í Ísrael
John Rajani, sendimaður
Telefon: +298 555016
Teldupost: johnr@ummr.fo

Please follow and like us: