Vinabýarsamstarvið við Sankta Pætursborg í bíðistøðu


Síðan russarar gjørdu innrás í Ukraina 24. februar hevur ikki verið nakað samskifti við Sankta Pætursborg.

Karl Johansen, borgarstjóri sigur um støðuna til vinabýarsamstarvið, at í býráðnum fara tey at viðgera møgulig tilmæli frá landsstýrinum í samband við íkomnu støðuna millum Russland og Ukraina.

– Vit hava ikki uppsagt samstarvsavtaluna við Sankta Pætursborg, men vit fylgja støðuni og eru sostatt í bíðistøðu.

Klaksvíkar býráð hevur síðan januar 2020 verið vinabýur við Sankta Pætursborg. Serligt samband hevur verið við býarpartin Pushkinsky, har ætlanin frá byrjan hevur verið at samstarva innan vinnu, mentan og ítrótt. Umframt eina vitjan hjá Klaksvíkar býráð í Pushkinsky í 2020, var ein videofundur á skrá í 2021, har umboð frá báðum pørtum høvdu framløgur. Serliga var tað ungdómsmentanin, sum tá varð umrødd.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: