Víðka og styrkja samstarvið við Grønland

Tað tænir bæði Føroyum og Grønlandi at víðka og styrkja samstarvið landanna millum. Tað var boðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, og Muté B. Egede, landsstýrisformanninum, á tíðindafundi í Nuuk á middegi.

Tað er semja um at útbyggja samstarvið á fýra ítøkiligum økjum.

Møguleikin fyri at útbyggja fiskiveiðusáttmálan millum londini verður kannaður.

Samstarvið innan ferðavinna verður ment.

Stig verða tikin til at styrkja samstarvið á útbúgvingarøkinum innan sjóvinnu.

Grønland vil hyggja nærri at vitanini og royndunum innan almennu fyrisitingina í Føroyum við atliti til at gera hana einfaldari.

Hetta hava verið nakrir sera gevandi dagar í Grønlandi. Eg havi fingið eitt breitt innlit í grønlendska samfelagið. Føroyar og Grønland eru grannar, og sum tvær smátjóðir í Arktis hava vit eisini nógvar av somu møguleikunum . Tí eiga vit sjálvsagt at menna okkara samstarva enn meira. Tað eru semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, og okkara viðurskifti við Grønland eru góð. Eg eri tí sannførdur um, at Føroyar og Grønland fara at samstarva enn meira í framtíðini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Eftir ætlan kemur Muté B. Egede, landsstýrisformaður, til Føroya á almenna vitjan í summar.

Løgmansskrivstovan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: