Viðgera fíggjarlógina fyri 2019 í dag

Tingfundurin gjørdist sera drúgvur í gjár. Hann byrjaði kl. 09:30, har nógv mál vóru á skránni, eitt nú matvørulógin, einskjilja P/F Postverk Føroya, leigubilar, veiðigjald, heili 13 viðgerðir skuldi vera, men tá ið klokkan bleiv nakað eftir ellivu í gjárskvøldið,  sleit Páll á Reynatúgvu Løgtingsformaðurin fundin og boðaði til fundar aftur í morgun klokkan 10:00. Hetta er skráin fyri fundin í dag:

Týsdagur, 18. Desember 2018, kl. 10:00

1. 3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 43/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. (Viðbót eisini treytað av nettoinntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini)

2. 3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 83/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald)

3. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 47/2018: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2019

4. Framløga

Her síggja tit uppskotið til fíggjarlógina fyri 2019, klikk her: ” Uppskot til fíggjarlógin 2019″.

Her hava tit eisini møguleikan at síggja, hvussu nógvar milliónir fella til Norðoyggjar, í mun til Tórshavn og hinar oyggjarnar. Tær eru ikki nógvar og høvuðsorsøkin er tann, at vit hava ikki serliga sterk fólk, sum umboða Norðoyggjar í samgonguni í løtuni og tískil fossá pengar frá norðurøkinum og til Tórshavn.

SáH

Please follow and like us:

5 thoughts on “Viðgera fíggjarlógina fyri 2019 í dag

  1. Pingback: How Fun
  2. Pingback: 메이저놀이터
  3. Pingback: replica watches

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.