Eftir at tey allarflestu hava verið meira ella minni avbyrgd í fleiri umførum seinastu tvey árini, hómast nú ein vanligur gerandisdagur aftur. Og tað er gott. Men uppaftur betur enn vanligir gerandisdagar eru serstakir dagar, har fólk kunnu savnast til tiltøk, áhugamál, hugna og felagslív.

Fyrsta stóra tiltakið í Klaksvík verða Torradagarnir 21. – 26. februar.

Samskipari av Torradøgunum er Dávur Winther, sum sigur, at ongi óráð verða tikin fyri í mun til sóttina. Dagarnir verða tí ikki so pinnpakkaðir, sum teir onkuntíð hava verið. Tó er ikki so heilt lítið á skrá, sigur Dávur Winther, sum eisini staðfestir, at okkara partur skal ikki liggja eftir av tilgongdini at lata upp aftur.

Dávur sigur, at skráin er komin væl áleiðis, men fleiri áhugaverd tiltøk koma á skrá seinni.

Bjørn Kunoy greiðir frá um ”Grundlinjur Føroya – rættarligt og søguligt grundarlag”

ComData 40 ár

Framsýning við Torbjørn Olsen

Osmund Justinussen greiðir frá um sjólívið

Brúðurin úr Roskilde dómkirkju, ið er ein serstøk søga um eina damu úr Gerðum, sum Árni Dahl greiðir frá í Smæruni.

Markus í Norðnastovu greiðir frá um samferðslu til og frá Kalsoynni, tá ið hann var smádrongur og fyri tað. Hetta verðu eisini gjørt í støði við myndum, sum Hjalmar Waag Høgnesen hevur tikið.

Samhandil við Russland – har Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður og Heri Joensen frá Lógur, sum hevur gjørt kanningar á økinum og eisini Niels Winther frá Vinnuhúsinum, ið kennir væl til Føroya samhandil við útheimin, fara at greiða frá.
Eisini verður áhugaverda Torratingið á skrá, har politiska skipanin tekur fiskivinnupolitikkin – verandi og komandi til viðgerðar.

Hvussu gongur á Mars?
Ein rættiliga spennandi og annarleiðis fyrilestur við hópin av spennandi myndum verður við heimskenda føroyinginum, David Arge Klevang Petersen, har hann leygardagin í Miðhøllini á Skúlatrøð fer at greiða frá “Hvussu gongur á Mars”.

Hetta ger hann umvegis einum rættiliga framkomnum myndatóli, hann saman við øðrum granskarum á DTU hevur ment. Við hópin av útlongsli hevur hann sent tólið longu leið, heilt uppá Mars og verður greitt frá, hvat tey hava funnið útav har burturi. Tú sleppur eisini at seta honum allar tínar undarligu spurningar, tó at Kári Sólstein skal royna at halda skil á.

Hin sovandi heilin – er serligur netfyrilestur frá Århus Universitet, sum tú kanst fylgja við beinleiðis av netinum á stórskíggja í Miðhøllini á Skúlatrøð. Søgan um Stellurnar við Birgir Waag Høgnesen í Smætruni og Teknmáls Kafé verður á Skúlatrøð, Café Gloria fer at bjóða til onkur spennandi tiltøk, eins og matstovurnar í býnum fara at bjóða ein spennandi Torra-borðseðil.

Matiné og Torrarenning er eisini á skrá. Torrarenningin endar tó hesaferð við Tekniska skúla, har boðið verður til ymiskt leskiligt, og tú kanst fáa mátað puls og blóðtrýst o.a.

Hugnaløta við felagssangi og kanska einum “varligum føroyskum dansi” verður í Skálanum og Finastøðin fer eisini at bjóða inn til okkurt áhugavert.

Tað er nógv sum týður uppá, at vit fáa eina serstakliga vakra skútu at skoða á Torradøgunum. Um alt gongur eftir vild, sum tó ikki er sikkurt í skrivandi stund, so kann tað verða, at nýggi Christian í Grótinum sæst á Pállinum seint í Torravikuni.

Endaliga skráin verður tøk í komandi viku.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: