Veststeinen hevur rokast í Føroyum
Veststeinen hevur rokast í Føroyum


Norska línuskipi Veststeinen við skiparnum av Hvannasundi Gundur Sørensen við róðrið hava rokast í Føroyum tær seinastu vikurnar.
Teir hava roynt eystanfyri og norðan fyri Føroyar í 5.5 vikur og hava 330 tons av avhøvdaðum fiski, 230 tons av veiðuni er longa, 60 tons brosma og restin annað fiskaslag.
Landa verður í Måløy í morgin.
Gundur Sørensen tekur nú tveir vikur feriu og so er ætlanin, at hann fer umborð aftur á útróðrarbátin ANRU, sum hann eigur saman við Janus Rein.
SáH


Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: