VER VARÐIN Á NETINUM – EISINI VIÐ KORONA HEIMASÍÐUM, FACEBOOK OG APP’UM.

Korona/covid-19 verður umrøtt um allan heimin og nógv okkara fylgja gongdini.

Nú hava hópin av heimasíðum, facebookbólkum og “app’um” stungið seg upp, og hesar heita á fólk um at deila persónligar upplýsingar og vitan um sjúkuna – fyri at lýsa, hvussu nógv fólk eru smittaði.

Vit mæla frá, at tú tekur niður/downloadar, meldar teg til privat átøk ella á annan hátt letur frá tær upplýsingar um egna heilsustøðu – um tað ikki eru almennu heilsumyndugleikarnir, sum seta spurningin.

Tú kann ikki vera vís/vísur í, um upplýsingarnir eru í góðum hondum og at teir ikki verða brúktir til onnur endamál.

Heldur ikki kunnu upplýsingarnir brúkast, tá teir ikki eru innsamlaðir vísindaliga rættgildað.

Ver varðin og ansin um, hvat tú skrivar á netinum.

Føroya Politi

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author