Venzel Olsen 100 ár

Hin 8. oktober 2021 var rættur hátíðardámur, tá Venzel Olsen rundaði tey 100 árini. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, var boðin við til at hátíðarhalda dagin, og helt í hesum sambandi føðingardagsrøðu fyri Venzel. Í heilsanini segði landsstýriskvinnan m.a.

Tygum hava hildið stóran føðingardag fyrr. Tá tit 12 systkini á sumri í 2012 hildu 1000 ára dagin fyri allan systkinaflokkin. Aldurin spenti tá frá tí yngsta, sum var 73 ár til tann elsta, sum var 91 ár. Og mín sann um tit ikki tvey ár seinni megnaðu at komu í Guinness Book of World Records fyri hetta heimsmetið.
Vit endurgeva røðuna niðanfyri og ynskja Venzel og hansara avvarðandi hjartaliga til lukku við stóra degnum.

Góði Venzel

Hesin dagurin er ein sermerktur dagur fyri tygum og tygara kæru. Ein rættur hátíðardagur, nú tygum rundar tey 100 árini. Tað er ikki nógvum unt! Og eg má siga, at tað er mær ein stórur heiður og eg gleðist um, at fáa høvi, at heilsa tygum og tygara avvarðandi henda merkisdag. Stóra takk fyri tað.

Tó so, tygum hava hildið stóran føðingardag fyrr. Tá tit 12 systkini á sumri í 2012 hildu 1000 ára dagin fyri allan systkinaflokkin. Aldurin spenti tá frá tí yngsta, sum var 73 ár til tann elsta, sum var 91 ár. Og mín sann um tit ikki tvey ár seinni megnaðu at komu í Guinness Book of World Records fyri hetta heimsmetið.

Tygum eru føddur og uppvaksin í Rituvík og uppkallaður eftir abbanum á Glyvrum. Og her búði tygum, til flutt varð á Runavíkar Ellis og røktarheim í 2017. Foreldrini vóru Elspa og Magnus, hann kendur skipari.

Tygum hittu Jenny og tit bæði gjørdust góð og giftust í 1953. Og tit bæði vórðu ríkaði við synunum báðum, Oddmar, føddur í 1955 og Jónsvein, føddur í 1959. Hóast nýggju hús tykkara stóðu klár tá, so valdu tit at verða um foreldur hennara, Jógvani og Súsonnu, og búðu hjá teimum. Heilt til tit í 1978 høvdu silvurbrúðleyp og fluttu i tykkara egnu hús.

Familjan er eisini fjálgað síðani og eiga tygum nú eisini fýra abbabørn og tveir langabbasynir.

Tá tit sum familja undan jólum í 1940 mistu pápa og mann av sjúku, rakti hetta sjálvandi meint. Men saman við mammu tykkara stóðu tit systkini saman um at fáa tað at bera til og halda saman. Og húskið syndraðist tí heldur ikki. Hetta hevur síðani eisini verið eitt eyðkenni fyri tykkum.

Longu sum 15 ára gamal fóru tygum til skips. Fyrst við sluppini “Silver Belle“, har pápi tygara var skipari, og har eisini beiggin Maggi var við. Helst hevur sjóverkurin verið størsta avbjóðingin, men eisini hendan yvirvunnu tygum og misti ikki móti.

Umstøðurnar umborð á slupp kenna okkara ungu sjómenn lítið til. Eitt nú at deila koyggju og skiftast um at sova, sum tú og eldri beiggin Maggi gjørdu. Ja munur er á teimum umstøðum, sum í dag eru umborð á skipi, og tað er bara at gleðast um.

Eisini hava tygum verið nógv við trolara og arbeitt á landi bæði her heima í Føroyum, í Íslandi og í Grønlandi. Heilt upp til 70 ára aldur vóru tygum virkin við lønandi arbeiði.

Og virkin vóru tygum langt eftir hetta. Synunum rætti tygum eina hjálpandi hond, við at seta føtur undir egið borð. Og ikki minni, við at vera um abbabørnini. Onkran bilin hava tygum fiksað. Og so vóru tygum virkin í seyðahaldi, við velting og at hoyggja, heilt upp í 90 ára aldur.

Eitt, sum serliga hevur sermerkt tygum er, at tygum altíð hava viljað fjálgað um heimið. Ikki smæddist tygum burtur við at luttaka í tí húsliga. Tá vaskast skuldi upp og niður, skilji eg, at tygara luttøka gjørdi alt lættari fyri systrarnar og seinni konu tygara.

Og matgerð hava tygum sanniliga tikið tygum av. Bæði heima við hús og sum kokkur umborð á skipi. Fyrimyndin var mamma tygara, sum legði tygum lag á.

Hesin eginleikin er uttan iva komin tygum til gagns, tey árini tygum vóru um konu tygara Jenny, áðrenn hon fór í 2012.

At verða partur av so stórum systkinaflokki er sjálvandi gevandi. Men skal trivnaður verða, so skal onkur ella fleiri leggja í, at savna og hugna. Og í tykkara heimi, hava tygum átt hesi evnir og tí eisini leiklutin. At skipa fyri og savna til hugna og uppliving.

Eitt nú minnast systkini aftur at góðar túrar, sum tygum skipaðu fyri at fara til Havnar. At sleppa at sigla við „Brittons Pride” og onkuntíð sluppin „Bjørgvin“, sum sigldu av Klaksvík, á Lambavík, Rituvík, Æðuvík og so til Havnar. Og har sleppa í handlar at keypa ella at vitja skyldfólk. Og so, tá kvøldið kom, at sleppa heim aftur til Rituvíkar. Tað er góð minnir at eiga.

Tygum hava havt eitt langt og ríkt lív, við upplivingum, lívsroyndum og innliti. Eg má siga, at eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tygum, saman við tygara samtíðarfólki, hava útint. Í øllum hesum arbeiði, er stórur arvur lagdur eftir tygum, sum nútíðarsamfelagið kann heysta.

At enda fari eg at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld, Guds ríku signing, og enn einaferð hjartaliga til lukku við føðingardegnum.

Takk fyri.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Almannamálaráðið

Please follow and like us: