Vegurin norðuri á Strond ein stór skomm fyri Kommuna

Var eitt ørindi norðuri á Strond í gjár og fekk eitt sjokk, vegurin er ræðuligur og mín bilur botnaði 3-5 ferðir, hvat hendur við okkara Kommunu?, hetta er stór skomm fyri okkara bý, hoyr endiliga mína viðmerking á filmsklippinum, sjá filmsklipp herundir og tit eru eisini vælkomin at deila greinina.

Seinastu ferð eg skrivaði um vegin við neystini á Strond var í mai 2018 og tá rósti eg Klaksvíkar Kommunu fyri at asfelatera á Stongunum, við Heilsøluna, ímillum Kjølbro Heilsølu og Magn, eisini asfalteraði teir omankoyringina til Norðhavnina, tá ið undirritaði hevði skriva grein, hvussu stór skomm at hava ein so vánaligan veg, har øll okkara ferðafólk komu í land.

Mín vón tá, var at teir eisini fóru í gongd við vegin til neystini á Strond, vegirnar við egningarskurarnar og so aðrar vegir sum liggja í hálvum gekkið og slett ikki eru gjørdir lidnir…… men har hevur púra einki hent á økinum, hvat er hetta fyri nakað? Skulu okkara útróðrarmenn og neystaeigarar bara vera góðir til eitt val? sjá grein niðast á síðuni.

Eru vit komin so langt, at vit hava kommunu politikkara, sum bara síggja borgarnir sum stemmur valdagin og so leggja tey fjandan í, hvussu tað gongur teimum tey fýra árini til val er aftur.

Hatta sum hendir runt býin og norðuri við neystini á Strond er undir alt lágmark. Hví blíva við at oysa nýggj projektir ígongd og brúka 100tals milliónir av skattapengum til tey, ístaðinfyri at gera projektini og vegir o.a. liðugt runt býin, áðrenn man ferð ígongd við nýggjar ætlanir?

Forstandi tykkum ikki, eitt eitur raðfesting, men tit skulu fáa rós fyri eitt, tit eru heimsmeistarar at brúka pengar og vóni eg at tit megna at betala hvørjum sítt, tí tað eru also okkara skattapengar til spæla harsard við í løtuni og alt skal gjaldast aftur, bæði í góðum og ringum tíðum.

Símun á Høvdanum

Filmsklipp, tikið tann 24.05.2020

Myndir tiknar 24. mai 2018

Tað loysir seg at siga sína meining

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.