Vegamótið

Korona-smittan tykist vera burtur í Føroyum, ongin er testaður positivur síðani 23. apríl. Úrslit av skilagóða politikkinum hjá landsstýrinum og heilsumyndugleikunum, sum borgarar landsins hava virt og liva eftir.

Samanumtikið ein suksess.

Umheimurin undrast og virðir.

Tá rætt verður atborið, er lætt at loka samfelagið. Meira trupult er at slaka stongsilin – at lata samfelagið uppaftur. Her hava myndugleikar og politiska skipanin stóra avbjóðing, at linka stongsilin, so at samfelagið aftur kemur í snúningar, uttan at seta fólkaheilsuna í váða.

Nú er staðfest, at smittan er burtur innanlands í Føroyum. Tí er er grundarlag fyri, at gerandisdagurin so við og við aftur blívur vanligur. Børnini eiga at fara aftur í skúla, áskoðara skulu kunnu fara til fótbóltdystir o.s.fr. Alt sjálvsagt við virðing fyri tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum.

Vit mugu tíverri ásanna, at vandin fyri nýggjari smittu samstundis er ein veruleiki, sum politiski myndugleikin eisini má fyrihalda seg til.

Ferðavinnan er púra ósek komin í álvarsama kreppu. Øll vinnan er steðgað og hóttafall stendur fyri durunum. Trýst verður lagt á politisku skipanina um at lata landamørkini upp aftur.

Politiska skipanin hevur sjálvsagt skyldu til at taka øll atlit og loysa álvarsligu avbjóðingarnar soleiðis, at vit ikki orsaka nýggja smittuspjaðing. Hendir tað, so má landið steingjast aftur.

Tí má politiski myndugleikin sjálvsagt taka neyðug heilsulig atlit, verður samfelagið opnað fyri ferðandi.

Kortini má politiski myndugleikin kanna møguleikan. Verður niðurstøðan, at samfelagið framvegis verður afturlatið, so eigur landsstýrið at taka stig til ein hjálparpakka, sum munar fyri ferðavinnuna, so vinnan ikki øll sum hon er endar sum eitt trotabúgv. Hendir tað kann henda, at allur serkunnleikin fer fyri bakka og ferðavinnan øll sum hon er, verður sett ár aftur í tíðina.

Hetta má ikki henda. Vit mugu handla við ábyrgd mótvegis ferða- og matstovuvinnuni.

Christian Andreasen
Løgtingsmaður

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.