Veðrið ávirkar virksemið á skoytubreytini


Øllum kunnugt, so hevur veðrið seinastu dagarnar ikki verið serliga gott. Vindur og regn ávirka umstøðurnar at skoyta sera nógv, og tí verður neyðugt at steingja skoytubreytina í nakrar dagar.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at í hesum tíðarskeiðinum, har skoytubreytin hevur havt opið, hevur tað nærum ongantíð verið neyðugt at tillaga upplatingartíðirnar, og tað er at fegnast um.

– Ymiskar betringar eru gjørdar við undirlagnum, og tað hevur heilt sikkurt spælt ein týðandi leiklut at halda skoytubreytina opna, tí tað hava verið aðrir illveðursdagar, har tað ikki hevur verið neyðugt at steingja. Tað er avgjørt ein bati samanborið við undanfarin ár.

– Vit vóna sjálvandi, at vit sum skjótast kunnu lata skoytubreytina uppaftur. Í øllum førum er ætlanin at hava skoytubreytina opna í eina tíð aftrat, sigur borgarstjórin.

Kunnað verður á heimasíðuni og á facebook síðuni hjá Skoytubreytini, tá ið aftur verður møguligt at skoyta.

Klaksvíkar Kommuna

Lýsingarprísir, klikk bannara omanfyri!!!
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: