Beint áðrenn vatnkríggið skuldi byrjað, fór at regna og tað riggaði bara avbera væl, tí meiningin var at øll skuldi blíva vát.

Bátarnir løgdu at á Kósabrúnna og fólkini skundaði sær umborð.

Tað vóru sera nógv fólk til vatnkríggið og tað bleiv kríggjast í ein tíma. Onki óhapp hendi, tó at Brimil nam við Miðvík, men tað var onki at tosað um, tílík hendir, men tá ið ferðin er lítil, so var ongin vandi á ferð.

Aftaná fingu luttakarnir heitt Kakoe við fløta og tað var lekkurt, tí tey flestu vóru køld og gjøgnumbleitt.

Her nakrar myndir.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author