Varpa bleiv orð á Varpið á Býráðsfundinum í kvøld


Sjálvandi bleiv varpa ljós á orðið Varpið á Býráðsfundinum í kvøld, nú Símun á Høvdanum var kallaður inn til Býráðsfundin, vegna tað at Oddmar á Lakjuni hevði forfall.
Tummas Lervig prikaði eitt sindur við orðinum um grønu loysnina til nýggja mentanunarhúsinum í Klaksvík, sum hann kallaði Varpið og hann fekk sjálvandi eina viðmerking frá Símun, um navni er Varpið á nýggja mentunarhúsinum? og um Klaksvíkar Kommuna hevði fingið loyvið at brúka navni Varpið.
Annars hevur ikki verið hoyrt so nógv um tað málið í seinastu, um navnið á nýggja mentanurnarhúsinum verður Varpið ella ikki? og um Klaksvíkar Kommuna broytir navni til eitt annað hóskandi navn og sum eisini er meira staðkent, tí Varpið er also ikki við posthúshjørninum, men tað er á økinum har Býráðshúsini eru.
Annars eru fólk í Klaksvíkar Kommunu ikki serliga at sær komin, tí sjálv tey hava kallað eitt fundarhølið í KK fyri Varpið og sum ein Býráðspolittikkari segði við meg, hetta er rættað staðsetingin av navninum Varpið og rætt hevði hann.
Fundurin var sera friðaligur, tað vóru mest umsitingarlig mál á skránni, so ongin dramatikkur á fundinum í kvøld.