Tíðindi Veðri

Var sera buldrasligt í Klaksvík klokkan 08:30 í morgun

News.fo og Norðoya Portalurin vóru ein biltúr, tá ið tað leikaði harðast á í morgun. Landsverk boðaði frá á teirra heimasíðu, at í hvirlunum var upp til 44 m/s á Gerðabøi.

Fór ein biltúr til Gerðabø og rætt hevði Landsverk, har kom ein sera hørð hvirla, sum var heilt sikkurt omanfyri 44 m/s, eg stoppaði bilin og krokaði við húsini hjá Karl Hera og tað stóð nógv á, so tað var best at venda bilin og so inn aftur til Klaksvíkar.

Løtu seinni komu Fuglberg og Skoraberg aftur av túri, teir høvdu brotið túrin av vegna veður.

Her ein hvirla tikin upp á Stongunum beint eftir klokkan 8, sjá filmsklipp.

SáH


Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.