Vælkomin til sjómannadagar í Klaksvík


So vóru teir endiliga aftur her – Sjómannadagarnir, har vit á serligan hátt heiðra okkara sjófólki, vinnuni og sjónum yvirhøvur. Tað eru nú 15 ár síðan, at menn tóku stig til hetta serstaka tiltak, sum sjómannadagarnir eru. Eftir tvey ár við koronu, ger Klaksvíkin seg aftur til reiðar at vísa gestablídni til øll tey, sum vilja uppliva tiltøkini og tann serliga dám, sum er í Klaksvík hesar dagar.
Sjómanndagar hava ment seg til nakað serstakt, sum hevur fingið stóran týdning fyri okkara bý og land. Ja, afturvendandi tiltøkini eru í dag ímyndin av okkara mentan og siðaarvi.
Fiskivinnan er í einari broytingartíð, og starvast tað í dag munandi færri fólk í fiskivinnuni, enn tað gjørdi fyri ikki so nógvum árum síðan. Tí hevur tað týdning, at vit í Klaksvík vísa vinnuni virðing, og siga takk fyri ta signing og vøkstur, sum hon hevur givið okkara samfelag.
Eins og norðoyastevnan er tekin um, at summarið er byrjað, so eru sjómannadagarnir tekin um, at summarið er farið at halla. Lat okkum tí enda
summarið við einum braki, har vit hugna okkum saman og góðum felagsskapi.
Góðu fyriskiparar, fyritøkur, bátar, sjófólk, felagsskapir, sjálvboðin og øll onnur, sum gera hetta einastandandi tiltak møguligt. Her skal ljóða ein innilig tøkk til tykkum øll.
Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar á Føroya Sjómannadag 2022
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: