Vælferðarøkið – “Í góðum hondum”

Almenn framløga verður um frágreiðingina “Í góðum hondum”, sum lýsir starvsfólkatørvin innan vælferðarøkini komandi 10 árini. Greitt verður m.a. frá avbjóðingum og uppskotum til loysnir.

Tað var Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum tók stig til eina tvørgeiraliga tilgongd, og tekur hann ímóti frágreiðingini.

Í temafrágreiðing frá Búskaparráðnum á vári 2021 varð víst á, at álvarsligur tørvur á starvsfólkum á vælferðarøkinum verður komandi árini, um núverandi støði, bygnaður, arbeiðshættir osfr. bert verða framskrivað. Avbjóðingin kemur serliga av demografisku framskrivingini, sum vísir, at aldursbólkurin omanfyri 80 ár fer at vaksa við uml. 1.200 fólkum ella 52% komandi 10 árini.

Landsstýrið setti tí eitt tvørgeiraligt arbeiði á embætismannastigi í gongd at lýsa trupulleikan nærri og koma við boðum uppá, hvat kann gerast fyri at tálma starvsfólkatørvin og fyri at tryggja, at vælferðartænasturnar eisini í árunum, sum koma, kunnu loysast á ein fakliga fullgóðan hátt.

Endamálið við arbeiðinum hevur verið at bera fram samskipað boð uppá, hvussu avbjóðingin við stóra starvsfólkatørvinum innan røkt og námsfrøði kann loysast komandi 10 árini á eldra-, heilsu-, almanna- og dagstovnaøkjunum. Starvsfólkatrotið verður lýst, og víst verður á møguligar loysnir, sum kunnu fata um útbúgving, at arbeiða øðrvísi, at umskipa tilgongdir, at meta um fíggjarligan kostnað, og at birta upp undir og eggja fólkum at starvast og mennast innan økini. Tey vælferðarøkini, ið verða viðgjørd í frágreiðingini, eru almannaøkið, eldraøkið, dagstovnaøkið og í minni mun sjúkrahúsverkið. Fakbólkar, ið verða viðgjørdir, eru fakbólkar, ið kunnu nema útbúgving í Føroyum.

Eftir, at frágreiðingin er løgd alment fram, verður lagt upp til, at allir áhugaðir partar, feløg v.m., kunnu fáa høvi at lata inn møguligar viðmerkingar til frágreiðingina í seinasta lagi 17. mai 2022. Viðmerkingarnar verða saman við frágreiðingini latnar politisku skipanini, sum íkast til víðari arbeiði í fyrireikingini av átøkum, sum støða má takst til.

Framløgan verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum, mikudagin 6. apríl kl. 14.00

Heri á Rógvi leggur frágreiðingina fram. Hann hevur verið ein av samskiparunum, sum hevur skrivað frágreiðingina. Eisini luttaka umboð fyri stýrisbólkin, sum koma frá Kommunufelagnum, Almannamálaráðnum, Almannaverkinum, Heilsumálaráðnum, Sjúkrahúsverkinum, Uttanríkis- og mentamálaráðnum umframt Fíggjarmálaráðnum.

Øll eru vælkomin.

Vegna stýrisbólkin

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: