Væleydnað FINA venjaraskeið í Íslandi

Nú er greitt at allir luttakararnir úr Føroyum tóku prógv, sum í september luttóku á heimsins fyrsta FINA venjaraskeiði fyri royndar venjarar, í Reykjavík í Íslandi.

Og av tí at vit vóru fimm føroyingar og ein meksikani úr Føroyum, á hesum fyrsta skeiði sum 10 gjøgnumførdu, so er eisini greitt at minst helvtin av øllum FINA venjarum á 3. stigi beint nú eru úr Føroyum 🙂

Hendan útbúgving er nýtt tiltak hjá FINA, sum í praksis byrjaði við at vit í Føroyum hýstu fyrsta venjaraskeiði av hesum slagi yvirhøvur, tá ið vit í november í fjør høvdu hjálparvenjaraskeið í Tórshavn.

Tá vóru vit 14 úr Føroyum sum komu ígjøgnum fyrsta stig, harav 10 fóru víðari til í Íslandi í januar/februar at taka næsta stig, og nú 6 sum síðani tóku triðja stig í september.

Til ber at lesa um útbúgvinga her á learning.fina.org, sum stutt sagt er ein útbúgving í trimum stigum, frá ‘hjálparvenjara’ yvir ‘venjara’ til ‘royndur venjari’.

Útbúgvingin er partvís tað sum ein væntar av eini venjaraútbúgving – at vit læra at fáa svimjarar at svimja skjótt. Men, FINA leggur hartil dent á alt hitt rundanum, so sum trygd, fyrisiting og antidoping.

Tilsvarandi útbúgvingar finnast sjálvsagt hjá skúlum runt um í heiminum; men her í Føroyum høvdu vit enn onga sovorðna kappsvimjivenjaraútbúgving, og tí var lætt at velja hesa loysn.

Nú í heyst er FINA farið undir at biðja aðrar útbúgvingar um at senda inn síni pensum, í tann mun sum tey ynskja at hesar skulu kunna javnsetast við hesi trý nevndu stig hjá FINA.

Her í Føroyum ætla vit í 2020 at hýsa aftur einum hjálparvenjaraskeiði, sum so vónandi verður eitt nýtt umfar av føroyskum hjálparvenjarum, venjarum og royndum venjarum.

Vegna SSF

Rókur

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: