Lokal tíðindi Tíðindi

Væleydna Torravika

Nógv ymisk tiltøk hava verið á skrá, og hava tey verið væl vitjaði øll. Talan hevur verið um ein rúgvusmikla skrá við heili 56 ymiskum tiltøkum á skrá.

Smæran og Miðhøllin á Skúlatrøð kunnu sigast at hava verið høvuðspallarnir, tó at nógv onnur tiltøk hava verið runt um í býnum, har sjóvinnan so ella so hevur verið á skrá.

Nevnast kann m.a. listaframsýningar og konsertir, fyri ikki um at tala um mongu kaféirnar, sum eisini hava verið á skrá, og sum eisini hava verið væl vitjaðar.

Mett verður, at nærum 4.000 fólk hava uppliva okkurt av Torraskránni. Hjálpin og viljin, til at gera Torravikuna væleydnaða, hevur verið ómetaliga stórur, og eiga øll tøkk fyri tað.

Torravikan hevur fingið nógv umtalu víða um – og tá ið soleiðis er, koma nógv ymisk hugskot um tiltøk at taka upp eina aðra ferð. Tí er tað við gleði, at vit kunnu siga, at Torradagarnir aftur vera á skrá 15. – 21. februar 2021.

Her fleiri myndir av Torravikuni, klikk her “Væleydnað Torravika”

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.