Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út teir svimjarar til EvropaMeistarastevnuna á stuttgeil 2019 sum hava klárað til hesa stevnu, umframt ein seniorsvimjara afturat fyri úrslit yvir 700 FINA stig í hesi árshálvu. EM á stuttgeil 2019 verður í Glasgow í Skotlandi hin 4. til 8. desember 2019.

Tey úttiknu eru hesi:
Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
Róland Toftum (1996), Suðuroyar Svimjifelag
Signhild Joensen (2000), Ægir
Vár E. Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag

Vit vita tó longu at Óli Mortensen hevur givið avboð til NM og EM á stuttgeil 2019, og at tey tí verða trý sum fara til Glasgow.

Venjari verður Panagiotis Christou

Ferðaleiðari verður Rókur í Jákupsstovu

Vegna SSF

Rókur

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author