Fiskivinna Tíðindi Vinna

Útróðrarmenn illa nøgdir við agni frá Agnsøluni Kambi

Tað líkist svartasta ongum, agni sum útróðrarmennirnir keypa frá Agnsøluni Kambi og her skrivar ein útróðrarmaður sína erligu meining um agni hjá Agnsøluni Kambi.

Nú klári eg ikki at halda mær meir, tað gjeldur høgguslokkin vit nú fáa frá agnasøluni Kambi,havi tosað við fleiri útróðrarmenn og teir hava ringt til mín, allir siga tað sama høgguslokkurin kann ikki brúkast, tann eini báturin hevði høgguslokk frá næstsíðstu sending og fekk 12.600 pund, fer so út aftur um somu leið vit tí (so kallaða nýggja høgguslokkinun) og fær 3.500 pund?🤔, ein annar bátur eg tosaði við koyrdi bara nýggjan høgguslokk uppá 1 stamp fekk 3 fiskar á tí stampinun annars fekk hann knapt 200 pund uppá stampin við hinum agninun,og formaðuri á agnasølini í Runavík tími eg ikki at snakkað við tí hon er hvørki til at høgga ella stinga í og so skulu vit betala 26 kr kg fyri hattar lortið, á eskjinun stendur onki um nær og hvar hann er fiskaður, stendur bara eitt hvítt klistrimerkið, sum Íslendingarnir hava klaska uppá pakkarnar.

Hvør hevur eftirlit við slíkum vørum? ella er nakað eftirlit og kann ein og hvør selja fóður og agn? Seldi JFK Heilsøla ikki agn fyrr, eru teir givnir ella selur ongin agn her norðuri?

SáH

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.