Tala, sum Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur helt á landsfundi Fólkafloksins í Klaksvík 24. nov.

Eg havi nú sitið á tingi gott ár, og skal eg geva flokkinum, rós fyri, hvussu væl eg eri móttikin – og teir hava víst mær álit har eg m.a. bleiv vald til formann í Rættarnevndini.

Sum tað hevur verið frammi her í dag, so hevur henda samgongan gjøgnumført stór politisk mál, vinnuni og føroya fólki til frama.

Evnið eg ætlaði at taka upp her í dag er útróðraflotin.

Sjálv haldi eg henda vinnan hevur haft alt annað enn viðvind tey nógvu seinnu árini. Havandi í huga, hvussu fiskidagarnir eru minkaðir – Og ikki at forgloyma tá ið kunngerðin um at útróðraflotin skuldi 1 ½ fjórðing úr landi fyri at fiska (við línu)kom í gildi. Hetta sóu vit sera væl seinasta vetur, tá ið veðurlíkindi vóru sera vánalig, sum viðførdi at tað vóru fáir dagar, hvar ið møguleiki var hjá útróðraflotanum at at loysa frá landi. Meini so við, hesir fáir útróðramenninir, sum summi pástanda skulu oyða stovnin- tí eru noyddir til at fara 1 ½ fjóring úr landi, fyri yvirhøvir at hava loyvi til at royna við línu.

Tá eg bleiv innvald setti eg mær fyri , at eg skuldi gera mína ávirkan, so nógv eg kundi fyri at henda kunngerðin skuldi fara úr gildi aftur. Táverðandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum Jákup Mikkelsen, var samdur við mær um, at henda kunngerð skuldi úr gildi aftur, og hann handlaði og setti hana úr gildi. Men sum øll minnast, so bøtti hesin landsstýrismaður við landsstýrissessinum. So tað eru stórar kreftir hesin eftir hondini lítli útróðrafloti er uppi í móti.

Núverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum Jákup Vestergaard, havi eg tað álit á, at hann vil gera nakað fyri at betra umstøðurnar hjá útróðraflotanum.. Og spyrji hann eg hann javnan um, hvussu gongst við at betra um støðuna hjá útróðraflotanum- og er tað serliga henda umrødda kunngerðin, sum talan er um. Nær -ella um tað er møguleiki fyri, at kunngerðin verður sett úr gildi.

Eg havi fingið at vita frá landsstýrismanninum, at hann í løtuni arbeiðir við, at broyta kunngerðina, soleiðis, at tey økini, har sum smáfiskur er, verða stongd, meðan onnur økir, har góður fiskur er, at verða latin uppaftur. Hetta verður gjørt í samráð við Havstovuna og útróðrafeløgini kring landið.

Eg skal ikki taka fleiri evnir fram her í dag, tí her eru fleiri røðarar sum vilja koma við sínum boðskapi, men helt tó, tað er meira týdningarmikið enn ein gevur sær far um, at okkara útróðrafloti ikki følir seg gloymdan, og at teir skulu føla seg virdan, somuleiðis at teir vita, at tað verður arbeittt við at fáa eina góða og virðiliga loysn fyri teir.

Sjálv vænti eg – tá ið landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kemur við endaligu loysnini, um ikki so langa tíð – tá tosa vit um eina góða loysn fyri okkara niðurpínda útróðraflota. Og tað hastar við at fáa eina loysn.

Skal til seinast ynskja okkara formanni Jørgen Niclasen hjartaliga tillukku við afturalinum.

Jørgin er ein sera góður formaður, altið hjálpsamur. Og tað er stuttligt og hugaligt at arbeiða saman við honum, og síggja hvussu væl hann altíð dugir at síggja fleiri leikir fram, sum sjálvandi er jaligt fyri okkara flokk..

Enn einaferð Jørgen hjartaliga tillukku og Harrans signing i tínum arbeiði framyvir.

Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author