Útróðrarbátarnir høvdu 37.000 pund í dag

Nakrar av okkara útróðrarbátum vóru til útróðrar í dag. Teir royndu við línu eystanfyri og norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 37.058 tilsamans, tað mesta var hýsa og toskur.

Bestir í dag gjørdist Norðsøki, teir høvdu 10.432 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 7.550 pund hýsa, 2.596 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá sølurnar herundir.

Landa bleiv í Klaksvík og Hvannasundi.

SáH

BRANDUR – ( KG 557 ) LEIRVÍK-HVANNASUNDS HAVN 28-01-2022 28-01-2022 2.758
STAKKAVÍK – ( KG 748 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 28-01-2022 28-01-2022 1.793
KALLANES – ( FD 590 ) KLAKSVÍK (SJÓGÆTI) 28-01-2022 28-01-2022 3.790
SLÆTNATINDUR – ( FD1053 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 28-01-2022 28-01-2022 1.430
NORÐSØKI – ( KG 538 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 28-01-2022 28-01-2022 5.216
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 28-01-2022 28-01-2022 3.542
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: