Útróðrarbátarnir høvdu 31.000 pund í dag

Fimm  av okkara útróðarbátum hava verið til útróðar í dag. Teir hava roynt við línu eystanfyri og norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir tilsamans 31.224 pund, tað mesta var hýsa og toskur, sjá sølurnar herundir.

Allir landaðu til NFCS uttan Brandur, hann landaði í Leirvík.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 23-11-2021 23-11-2021 3.651
BRANDUR – ( KG 557 ) LEIRVÍK-HVANNASUNDS HAVN 22-11-2021 22-11-2021 3.510
NORÐSØKI – ( KG 538 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 23-11-2021 23-11-2021 2.968
STAKKAVÍK – ( KG 748 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 23-11-2021 23-11-2021 2.494
BRAGD – ( KG 642 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 23-11-2021 23-11-2021 2.989
Please follow and like us: