Útróðrarbátarnir frá Klaksvík høvdu 20.000 pund í dag

Fýra av okkara útróðrarbátum hava verið til útróðrar seinasta samdøgni. Teir hava roynt við línu vestanfyri og eystanfyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 20.184 pund tilsamans, tað mesta var hýsa og toskur, sjá sølurnar herundir.
Bestir í dag gjørdist Líðhamar, hann hevði 10.500 pund.
Tríggir landaðu til NFCS og ein til Snarfrost.
SáH
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) | MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) | 01-12-2021 | 01-12-2021 | 5.250 |
NORÐSØKI – ( KG 538 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 01-12-2021 | 01-12-2021 | 2.740 |
BRAGD – ( KG 642 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 01-12-2021 | 01-12-2021 | 1.778 |
KUNOYARNES – ( KG 323 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 01-12-2021 | 01-12-2021 | 324 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: