Útróðrarárið byrjaði væl, teir flestu av útróðrarbátunum vóru til fiskiskap og hesir bátarnir landaðu til NFCS í gjár.

Skýlisklettur 3.700 pund

Stakkavík 3.330 pund

Norðsøki 9.206 pund

Líðhamar 13.080 pund

Skýlisklettur, Stakkavík og Norðsøki royndu allir eystanfyri Føroyar og Líðhamar, sum var bestir royndi norðan fyri Føroyar.

Bragd kom aftur seinni um kvøldið og sum skilst hevði tey ein ordiligan roktúr, heilið 19.000 pund og sum er met hjá teimum. Meira um tað í morgun, tá ið vit síggja søluna hjá teimum á síðuni hjá Fiskamarknaðinum Føroyum.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author