Útoyggjastuðulin tann sami sum trý listafólk fáa um árið frá landinum

Tað er sera lítil munur á, hvat útoyggjarnar fáa í stuðli og so tey trý listafólkini Brandur Paturson, Búi Dam og Katrin Ottarsdóttir fáa í listafólkalønum um árið. Tey fáa 1.008.000,00 kr. um árið og útoyggjastuðulin verður 1.1 millión í 2019.
Her tíðindaskriv frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum.
Útoyggjastuðulin hækkaður 300.000 krónur
Áhugin fyri at gera tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjarnar er vaksin seinnu árini og nú er stuðulin til útoyggjamenning hækkaður 300.000 í mun til í fjør. Samlaða játtanin í ár er 1,1 mió. krónur.
– Útoyggjarnar eru okkara dýrgripir. Eg upplivi, at alt fleiri fólk – yngri sum eldri – fáa eyguni upp fyri ríkidøminum í bygdalívinum. Samstundis sum ynskið um eitt burðardygt lív nærri náttúruni tykist vinna frama. Tað má vera okkara uppgáva í politisku skipanini at virka fyri, at møguleikarnar verða til tess og er útoyggjastuðulin ein partur av hesum, sigur Sirið Stenberg landsstýriskvinna í viðmerking.
Í fjør fingu 18 verkætlanir stuðul til útoyggjamenning. 26 umsóknir vóru. Sí yvirlit yvir verkætlanirnar her. Freist at søkja um stuðul til útoyggjamenning í 2019 er 1. februar.
UM JÁTTANINA
Endamálið við játtanini er at stuðla tiltøkum sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum, og kommunum.
Ávísar treytir eru fyri at veitast kann stuðul. Útoyggjar sum koma undir hesa skipan eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun. Harumframt skal m.a. greiðast frá hvat endamálið er við einstøku verkætlanini, hvussu hon verður framd í verki, og skal fíggjarætlan eisini fyriliggja.
Les meira um listalønirnar, klikk her: “Trý listafólk fingu listafólkaløn”
SáH