Útbygging av samferðslukervinum bøtir um bústaðartrupulleikan

Vit kunnu bliva við at kjakast um, tað almenna skal stovna ein bústaðarbanka ella ikki. Veruleikin er, at bert at fíggja nýggj sethús í útjaðaranum, uttan at søluvirðið økist, er ikki nøkur hjálp til borgaran uppá sikt.

Vit muga økja eftirspurningin eftir húsum uttanfyri meginøkið, so at marknaðarprísurin hækkar. Og hetta gerst við at leggja dent á at menna útjaðaran.

Í nógv ár hava vit hoyrt um gongdina í útjaðaranum. Færri arbeiðspláss, minkandi fólkatal og lægri sethúsaprísir. Hvønn dag, sum onki verður gjørt við hetta, verða borgarar í hesum øki relativt verri stillaðir og ójavnin økist. Hetta hava landspolitikarar kunna gjørt nakað við.

Tað er ein trupulleiki, at fólk byggja nýggj hús í útjaðara, og dagin eftir húsini eru tikin í brúk, er søluvirðið lægri enn byggiprísur. Hendir eitt ella annað óvæntað, og húsini mugu seljast, ja so er trupult at selja fyri ein nøktandi prís.

Um tú lænir pengarnar frá einum almennum bústaðarbanka broytir ikki støðuna. Lántakarin skyldar pengarnar og teir skulu gjaldast aftur.

Hvussu kunnu vit økja eftirspurningin og harvið gera tað meira áhugavert hjá verandi bankum?
Samferðslukervið hevur stóra ávirkan á sethúsaprísir, og harvið hvussu bankar vilja fíggja. Eysturoyartunnillin hevur longu havt – og fer at fáa stóran ávirkan á bústaðarmarknaðin í Føroyum. Um eitt ár verður tað umleið 15 minuttir frá Runavík til Havnar, og tá er næstan líkamikið um tú býr í Eysturoy ella Suðurstreymoy – og hvar tú arbeiðir. Fleiri fólk eru flutt í Eysturoynna í staðin fyri at flyta til Havnar – eisini fólk sum onki tilknýti hava til Eysturoynna, tí prísirnir enn eru væl lægri enn í Suðurstreymoy. Fleiri av teimum sum seinnu árini hava valt at búsett seg í Eysturoy, Norðoyggjum og Vágum, høvdu óivað verið á bíðilista í Havnini. Og harvið økt enn meira um trýstið á Havnina, og sethúsaprísin har.

Marknaðarvirðið á húsunum er hækkað við tunnlum, og tí er eisini lættari at fáa fígging til nýbygging og keyp. Um nøkur ár verður koyrandi til Sandoynna og vit hoyra longu um øktan eftirspurning at seta búgv. Sethúsamarknaðurin í Suðuroy og øðrum plássum har tað ikki er landfast, verður ikki vælvirkandi fyrr enn fast samband er í eygsjón.

Verða nýggj almenn arbeiðspláss stovnaði uttanfyri meginøkið, vilja fólk flyta hagar um samferðsuviðurskiftini eru góð. Landið kann somuleiðis stuðla íverksetarum og nýggjum fyritøkum, og syrgja fyri at vinnulívið hevur bestu karmar um alt landið.
Kommunur kunnu eisini lokka nýggjar íbúgvar til, við at bjóða áhugaverd tilboð í kommununi.

Men hetta loysir ikki trupulleikan at fíggja hús í útjaðaranum her og nú. Fólk sum hava fíggjarliga styrki fáa fígging frá verandi bankum. Men aðrir møguleikar eru at seta búgv.

Kommunur sum hava grundstykkir kunnu “alliera” seg við privatar fyritøkur/íleggjarar, sum hava betri møguleika at fáa fígging enn privat. Hesir kunnu leiga út til áhugaði, sum fáa forkeypsrætt til húsini.

Mobilisera tómu húsini sum ikki eru til keyps í dag, við at eggja eigarum at langtíðarleiga ella møguliga selja.

Eggja privatum byggiharrum at fara ígongd við íbúðarbygging, t.d. við at javnseta teir við almennu Bústaðir í sambandi við prís fyri keyp av grundøkjum og krav til avkast.

At útlendingar ikki sleppa at keypa hús inn undir seg, sum tískil ikki eru tøk.

Vit gera øllum okkara borgarar eina tænastu við at menna økini runt um landið, og tá fáa vit ein sethúsamarknað sum ber fíggingar. Tá fáa allir okkara borgarar lut í framgongdini í samfelagnum. VIt hava fýra bankar í dag, og teir skulu nokk røkja sína uppgávu. Eg vil arbeiða fyri at allir okkara borgarar verða betri stillaðir og ikki verri.

Bjartur Nolsøe, valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.