Kommunan ynskir at fáa gjøgnumskygni á tele- og dátusamskiftisøkinum í mun til dagliga tørvin, nýtslu og kostnað. Umframt hetta at gera umsitingina meiri ómakaleysa. Tí verður við hesum biðið um tilboð frá televeitarum upp á hesa tænastu.

Í tráð við innkeypsmannagongd hjá Klaksvíkar kommunu hevur fíggjarnevndin samtykt at bjóða út tele-og dátusamskifti v.m.

Karmarnir fyri útboðnum eru avmarkað útboð. Telemarknaðurin í Føroyum er avmarkaður, og verður útboðið sent til teir televeitarar, ið eru á føroyska marknaðinum.

Umboð frá veitara eru vælkomin at seta fram spurningar um veitingina og tilboðsgrundarlagið í síni heild, um ávís viðurskifti ynskjast greinað nærri. Spurningar av slíkum slag skulu stílast til utbod@klaksvik.fo við yvirskriftini Spurningar – tele- og dátusamskifti.

Freist at lata inn tilboð er 05. jan. 2023 kl. 12.00.

Tilboð frá veitarum, við møguligum tilhoyrandi skjølum, skulu latast inn umvegis teldupostin utbod@klaksvik.fo við yvirskriftini Tilboð – tele- og dátusamskifti.

Klaksvíkar kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu tilboðini eins og ikki at taka av nøkrum av innkomnu tilboðunum. Kommunan tilskilar sær harumframt rætt til at ógilda verandi útboð og lata upp fyri nýggjum, endurskoðaðum útboði.

Umboð fyri KT-deildina og Fíggjardeildina hava atgongd til tilboðini og luttaka í viðgerðini og metingini av innkomnu tilboðunum og eftirfylgjandi orðing av tilmæli til fíggjarnevndina.

Tá avgerðin um veitara er tikin, verður skrivliga boðað frá hesum til allar veitarar skjótast til ber eftir fíggjarnevndarfund í januar 2023.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: