Út í heima at hjalpa? – Kunningartiltak hjá Reyða Krossi á Skúlatrøð

Tá vanlukkur raka úti í heimi, er Reyði Krossur altíð til reiðar at senda starvsfólk út at hjálpa. Tí sóknast Reyði Krossur áhaldandi eftir fólki, ið ynskja at luttaka í humanitera hjálpararbeiðinum úti í heimi.

Kundi tú hugsað tær at gerast útsend/ur fyri Reyða Kross? Ella hevur tú áhuga í at hoyra meira um altjóða arbeiðið hjá Reyða Krossi? So fært tú høvið týskvøldið 3. mars, kl. 20.00, í Klaksvík.

Vár í Dali, sum starvast innan altjóða tilbúgvingina hjá Reyða Krossi, kemur til Føroya, saman við Peter Schultz, senior operation manager hjá Reyða Krossi í Danmark, at tosa arbeiðið hjá Reyða Krossi úti í heimi, um hvussu tað er at dagliga arbeiða innan altjóða hjálpararbeiði og um starvsmøguleikar.

Tiltakið verður í miðhøllini á Skúlatrøð, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Les meira her https://redcross.fo/altjoda-hjalp/

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author