Ítrottur Tíðindi

Úrvalsstuðulin verður latin í dag

Í dag, fríggjadag 3. januar, verður úrvalsstuðulin fyri 2020 handaður í ÍSF húsinum.

Á sjeynda sinni verður úrvalsstuðul latin sersambondum og íðkarum við tí fyri eyga at hækka støðið á føroyskari úrvalsítrótt, soleiðis at flest møguligt náa altjóða støði.

Upphæddin, sum verður latin í úrvalsstuðli í ár, er hin hægsta nakrantíð.

Stuðulin fyri 2020 verður handaður í ÍSF húsinum í dag fríggjadagin 3. januar 2020 kl. 15. Jenis av Rana, landsstýrismaður við ítróttarmálum tekur lut í handanini. Tiltakið er alment.

ÍSF

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *