Úr samgonguskjalinum, Fiskivinnan!


Latið Føroya Banka upp aftur fyri fiskiskapi við útróðrarbátunum.
Mín meining er tann, at Føroya Banki hevur verið alt ov leingi stongdir og um vit hava hann stongdan í 10 ár afturat, so kemur ikki meira fiskur á Føroya Banka.
Toskur er átufrekur og etur allan fisk sum er eitt sindur minni enn hann sjálvur og tí kann ein av høvuðsorsøkunum vera, at so lítil og ongin toskur hevur verið á Føroya Banka alla hesa tíðina bankin hevur verið stongdur og tí er tað av týdningi at bankin verður latin uppaftur skjótast gjørligt fyri fiskiskapi.
Tað kann ikki vera rætt, at nakrar matstovu í Tórshavn skulu hava rættindini til allan toskin á Føroyar Banka.
Tað er at byrjað spakuliga við at lata Føroya Banka uppaftur og geva útróðrarflotanum loyvið til at fiska eitt ávíst tíðarskeið á árinum og so við og við lata Føroya Bankan meira upp, so tað aftur verður lønandi at fiska á bankanum og á tann hátt at fáa toskin at koma fyri seg aftur, so at tann stóri toskurin ikki fær loyvið til at eta allan tann minna fiskin á bankanum.
Hetta stendur í samgonguskjalinum
Skipanin við stongdum leiðum á landgrunninum verður eftirmett. Royndarveiða á Føroya Banka heldur fram við tí endamálið at kanna, um veiða á bankanum kann takast upp aftur.
Í umsetiligheitini má tryggjast, at veiðiorka á djúpum vatni ikki ótarnað kann flytast inn á grunt vatn.
Um fiskirættindi verða endaliga avhendað, verður henda søla skattað.
Her heldur samgongan samgonguskjali og nú royndarveiðan er liðug, so eigur man at fara víðari og lata Føroya Banka upp fyri fiskiskapi hjá útróðrarflotanum.
Símun á Høvdanum
