Uppskot um sorgarfarloyvi sent til ummælis

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevur sent eitt lógaruppskot til ummælis, sum hevur til endamáls at veita foreldrum rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, um barn yngri enn 18 ár doyr, ella um barnið er deyðføtt.

Løgtingið hevur áður heitt á landsstýrið um at bera so í bandi, at foreldur, sum koma í hesa ringast hugsandi støðuna, skulu fáa møguleikan at syrgja, uttan at skula hugsa um at blíva sjúkrameldað, søkja um dagpening ella, at arbeiðsgevarin verður álagdur at rinda løn í langa tíð.

“Vit mugu sum samfelag geva foreldrum tíð og umstøður at syrgja”, sigur Sólvit E. Nolsø, sum væntar, at broytingin fer at vera ein hjálp hjá foreldrum í eini lívskreppu.
Sambært uppskotinum fara foreldrini at fáa rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku upp til umleið 25.500 kr. um mánaðin, og endurgjaldið kann veitast í 6 mánaðir í part. Gongst sum ætlað, kemur broytingin í gildi 1. januar 2023.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur og javning) sæst HER

Almannamálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: