Uppskot um Brekumboð sent til ummælis

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sent uppskot til løgtingslóg um Brekumboð til ummælis. Við nýggju lógini fær landsstýriskvinnan heimild til at seta á stovn eitt Brekumboð, eins og eina nevnd, sum skal ráðgeva Brekumboðnum.

”At seta á stovn eitt Brekumboð er eitt nýbrot fyri føroyska samfelagið, og er endamálið at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek. Tí fegnist eg um at vit eru komin eitt týðandi fet á leiðini, nú uppskotið er sent til ummælis,” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Sambært lógaruppskotinum skal Brekumboðið virka óheft, og hevur sum aðalmál at tryggja, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðiligari í almenna rúminum. Brekumboðið skal virka fyri, verja og hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Eisini skal Brekumboðið hava ein upplýsandi leiklut um rættindi hjá fólki, ið bera brek.

Eftir ætlan verður lógaruppskotið lagt fyri Løgtingið eftir ólavsøku, og verður farið undir fyrireikandi arbeiðið, tá lógaruppskotið er samtykt. Eftir ætlan kann Brekumboðið fara til verka 1. januar 2024.

Uppskotið er til ummælis á ummælissportalinum hjá landsstýrinum fram til 9. juni 2023 og møguligar viðmerkingar skulu sendast til ammr@ammr.fo í seinasta lagi 9. juni 2023.

Uppskotið sæst HER 

Almanna- og mentamálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: