UPPRUDDING Á VINNU OG HAVNARØKJUNUM Í NORÐHAVNINI OG Á STONGUNUM


Vinnu- og havnarøkini í Norðhavnuni og á Stongunum í Klaksvík verða nú ruddað. Í hesum sambandi heitir Klaksvíkar Havn á øll, sum eiga lutir ella órudd á økjunum, um at beina tilfarið burtur av plássunum sum skjótast og í seinasta lagi 26. august 2021.

Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Klaksvíkar Havn um økið. Øll onnur eiga at rudda burtur alt tilfar, tað veri seg akfør, viðfestisvognar, bátavognar, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn og annað órudd. Er tilfarið ikki burturflutt 26. august 2021, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd.

Er nakað ivamál í hesum sambandi, ber til at ringja til Klaksvíkar Havn á tel. 455081/215081 ella skriva eitt teldubræv til: port@klaksvik.fo.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: