Uppliv Koltur úr fjarstøðu

Á Vísindavøkuni verður møguligt at uppliva Koltur úr Sjóvinnuhúsinum. Fyritøkan Verða hevur gjørt tykisheimsupptøkur í Koltri, sum eru settar saman til ein stuttan film. Hesin kann síggjast á fyrsta sinni á Vísindavøkuni.
Granskingarráðið hevur bílagt filmin. Endamálið er at kanna og vísa á møguleikar hjá granskarum og fyritøkum at arbeiða saman um miðling av gransking. Tykisheimsútgerðin kann gera miðlingina av granskingini meira nýmótans og samvirkna.
Les meira:
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/visindavoka-uppliv-koltur-ur-fjarstodu/
Granskingarráðið
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: